Vit rokast nógv, bæði inni og úti. Tí er tað umráðandi, at barnið hevur klæði og skógvar, sum hóska til veðrið og árstíðina. Eisini er tað eitt gott hugskot altíð at hava tvey sett av skiftiklæðum á plássinum. Viðhvørt kann tað verða eitt sindur óruddiligt, tá børnini ofta sjálvi lata seg í og úr. Tí mæla vit til, at foreldur ella avvarðandi javnan rudda plássið hjá barninum fyri at halda skil á klæðunum, sum barnið hevur við á stovn.