Vit eru umleið 100 børn í aldrinum 0 – 10 ár og 25 starvsfólk. Opið er frá 7.00 – 17.00.
Stovnurin er skipaður soleiðis:
Tippið og Ennið: eru tvær vøggustovur við 0-3 ára gomlum børnum
Á Mýru : er ein barnagarðsstova við 3-5 ára gomlum børnum.
Á Túvu: er ein barnagarðsstova við 3 – 5 ára gomlum børnum.
Í Horni: er ein barnagarðsstova við 6 ára gomlum børnum
Á Bakka: er ein frítíðarstova við 1., 2. og 3. floks børnum
kl 7.00 - 8.30 eru vøggustovurnar Tippið og Ennið saman skiftisvís, somuleiðis eru barnagarðsstovurnar Mýra og Túva saman skiftisvís.
Uml kl 8,30/9 fara stovurnar hvør til sín og uml kl 16 fara stovurnar saman aftur.
Horni er saman við Mýru og Túvu um morgunin og seinnapartin eftir kl 16 saman við Bakka.
Frítíðarskúlin á Bakka letur upp tá børnini koma úr skúlanum.
Vit hava samling uml kl 9.30 og tá er tað gott um barnið er komið. Um barnið kemur seinni ella hevur frí er gott at tit siga frá. Tit kunnu altíð sms'a ella ringja.
Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar bæði innan- og uttandura.
Hvør barnastova er ein sjálvstøðug vælútgjørd eind, umframt eitt felagsrúm, viðtaluhøli/fyrireikingarrúm og ymisk verkstøð.
Okkara spælipláss leggur upp til at stimbra allar rørslur og sansir. Stovnurin liggur sera væl fyri t.d. beint við haga og fjøru, við skúla, fimleikarhøll, svimjihøll og góðum busssambandi.
Samband við stovurnar
Á Mýru: 29 72 41
Ennið: 29 72 42
Í Horni: 29 72 43
Tippið: 29 72 44
Á Bakka: 29 72 45
Á Túvu: 29 72 46
Leiðarin: 29 72 47