Um okkum
Dagstovnurin á Flatinum lat upp 10 august 2005.
Á stovninum ganga børn í aldrinum 0 – 10 ár. Stovnurin er eitt framhald av Dagstovninum á Oyri, sum byrjaði 15 august 1990.
Stovnurin er skipaður í 6 eindum:
Vøggustovurnar Tippið og Ennið eru børn í aldrinum 0 – 3 ár.
Barnagarðsstovurnar Á Mýru og á Túvu eru børn í aldrinum 3 – 5 ár; og Í Horni eru tey elstu barnagarðsbørnini.
Frítíðarskúlin Á Bakka eru børn úr 1 – 3 flokki.
Upplatingartíðir: Stovnurin hevur opið frá kl 7.00 til kl 17.00
Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar bæði innan- og uttandura. Hvør barnastova er ein sjálvstøðug vælútgjørd eind, umframt eitt felagsrúm, viðtaluhøli/fyrireikingarrúm og ymisk verkstøð. Økið uttanfyri er stórt við nógvum møguleikum, og stovnurin liggur sera væl fyri t.d. beint við haga og fjøru, við skúla, fimleikarhøll, svimjihøll og góðum busssambandi.
Samband við stovurnar
- Á Mýru: 29 72 41
- Ennið: 29 72 42
- Í Horni: 29 72 43
- Tippið: 29 72 44
- Á Bakka: 29 72 45
- Á Túvu: 29 72 46
- Leiðarin: 29 72 47