Afturvendandi Tiltøk
Foreldrakaffi
Skipað foreldrakaffi er nakrar ferðir um árið inni á stovuni, har barnið gongur. Tá høvi er at hitta hini foreldrini. Eisini verður skipað fyri felagsforeldrakaffi í Bólinum. Annars eiga vit altíð ein kaffi/temunn á kannuni.
Jólahaldið
Jólahaldið er ein fríggjadag fyrst í desember mánaði fyri børnunum saman við foreldrum og systkjum. Vit hava ymisk verkstøð, dansa um jólatræið, fáa okkurt gott og jólamaðurin kemur á vitjan.
Føstulávint
Fríggjadagin áðrenn føstulávintsmánadag hava vit okkara føstulávintshald. Børnini koma grýluklødd, og vit sláa tunnu, dansa og syngja, fáa pylsur í staðin fyri matpakka og eta føstulavintsbollar til millummála.
Summarveitsla/Garðdagur
Ein fríggjadag um árið verður skipað fyri summarveitslu/garðdegi har foreldur, børn og starvsfólk hava tað stuttligt/arbeiða saman. Uppslag verður hongt upp tá tíðin nærkast.
Ommu- og abbadagur
Ein dag í mai mánað bjóða vit ommum og abbum til eina hugnaløtu.