Tá ið barnið er sjúkt ella hevur frí, sigi okkum frá, og helst áðrenn kl. 9.30.
Umráðandi er, at børnini eru frísk og væl fyri, tá tey koma á stovn. Bæði fyri teirra egna besta, men eisini fyri ikki at smitta onnur við umfarssjúkum. Um tey gerast sjúk, meðan tey eru á stovninum, seta vit okkum í samband við tykkum.
Hevur barnið onkra barnasjúku, eigur stovan at fá boð um hetta, somuleiðis um barnið hevur okkurt smittandi, s.s. lús, eygnabruna og orm. Tá skal barnið ikki koma á stovnin, fyrr enn tað er sett í viðgerð. Aftaná sjúku vænta vit, at børnini eru so frísk, at tey kunnu luttaka í øllum, sum fyriferst bæði úti og inni.
Vit átaka okkum ikki at geva heilivág á stovninum, uttan so at tað er ein varandi sjúka.