NÁMSÆTLAN

Mentan

– Barnið sum partur av einari mentan

Vit verða myndaði av tí mentan, vit liva í. Tí vilja vit, at okkara børn gerast tilvitað um okkara egnu mentan, søgu og siðir, og somuleiðis skilja og virða aðrar mentanir.

Mál

Vit vilja, at børnini læra/menna:

  • At verða partur av einum felagsskapi
  • At hava virðing fyri ymiskleikanum s.s. húðarlit, aldur, bakgrund, mati, klæðum og trúarlívi
  • Um okkara siðaarv, málið og søgu
  • Um siðir s.s. jól og páskir
  • Um okkara siðir á stovninum
  • Um aðra mentan
  • Um mentanina í gerandisdegnum

Tiltøk

Ígjøgnum árið fyri at náa málinum:

  • Lesa føroyskar bøkur
  • Syngja, ríma, ramsa, kvøða
  • Sjónleik, framsýningar
  • Fylgja við, hvat ið hendur í nærumhvørvinum: Í bátahylinum, útróður, egning, í haganum og fjøruni, fugla- og
    djóralívið, í lembing, klipping, á fjall og fletting, vitja arbeiðspláss, vitja á Mørkini og Blákolluni
  • Hava evnisvikur um aðrar mentanir
  • Okkara siðir: Føstulávintsald, grækarismessa, páskir, ommu- og abbadagur, garðdagur, føðingardagar, summarlegur, pyjamasparty, foreldrakaffi, fletting, jólaverkstøð og jólahald.

Tekin

– um tað eydnast:

  • At børnini vísa áhuga, gleði og forvitni, um hvat hendur rundan um tey, luttaka í tí, sum er fyriskipað, somuleiðis at tey sjálvi vísa initiativ, geva hvørjum øðrum ans og vísa virðing.

Kroppur, heilsa og rørsla

– Tað aktiva og sunna barnið

Vit hava innrættað okkum soleiðis, at børnini hava møguleika at brúka og menna sín kropp og sansir bæði úti og inni. Vit hava ein kostpolitik, og somuleiðis læra vit børnini um persónligt reinføri.

Mál

Vit vilja, at børnini læra/menna:

  • At gerast tilvitað um kroppin (í spæli, møði, hvíld, mørk og samstarvi)
  • At gerast tilvitað um sansirnar
  • At fáa avbjóðingar – bæði fín- og grovmotoriskt
  • At gerast tilvitað um, hvat er heilsugott
  • Týdningin av góðum reinføri

Tiltøk

  • Geva børnum møguleikar at styrka fínmotorikkin, við t.d. at klippa, perla, gandadeiggj
  • Geva teimum avbjóðingar í Bólinum bæði við sangspølum, rørsluspølum, spæl við pútunum og bóltspølum
  • Brúka spæliplássið, sum júst er innrættað við tí fyri eyga at stimbra kroppin og rørslu við m.a. sandkassum, reiggjum, rutsjibanum, ánni og ósløttum lendi
  • Gera túrar í náttúruni: í hagan og fjøruna
  • Brúka fimleikarahøllina
  • Hava hvíldarløtur við stillum tónleiki
  • Minna børnini á at vaska hendur
  • Geva børnunum heilsugóðan kost og góðar matvanar

Tekin

– um tað eydnast:

  • At barnið kennir kroppin og sansirnar, hevur áræði, vísir gleði at røra seg – úti og inni,
  • kennir týdningin av sunnum mati og sunnum lívihátti,
  • er sunt og virkið.

Náttúran og umhvørvið

– barnið sum partur av náttúruni

Vit liva í náttúruni, og er tað ein partur av okkara gerandisdegi. Hetta ger børnini tilvitað at duga at brúka náttúruna og vísa virðing fyri henni.

Mál

Vit vilja, at børnini læra/menna:

  • At vísa virðing fyri náttúruni og okkara umhvørvi
  • At gerast tilvitað um, hvat rørir seg í náttúruni t.d. av fuglum og djórum
  • At læra um árstíðirnar
  • At brúka náttúruna skilagott bæði í spæli, kreativiteti og upplivingum
  • At læra um rusk og endurnýtslu

Tiltøk

Ígjøgnum árið fyri at náa málinum:

  • Vera úti allar árstíðir, so barnið lærir og merkir broytingarnar
  • Gera túrar í fjøruna – fanga og kanna djóralívið har
  • Gera túrar í bøi og haga, kanna og henta blómur – hoyra og síggja fuglalívið
  • Mála og tekna tað, vit uppliva
  • Skapað burturúr tí, vit finna
  • Lesa í bókum ella á netinum um okkara “skattir”
  • Hava ruddingardagar og læra at taka upp eftir okkum altíð

Tekin

– um tað eydnast:

  • At børnini vísa gleði og áhuga at verða úti, undrast, kanna og gerast forvitin, hava áræði og klára seg í ymiskum lendi,
  • virða náttúruna við t.d. ikki bara tveita rusk og annað burturkast.

Persónligir førleikar

– barnið sum eitt serstakt menniskja

Við at hoyra, síggja og skilja barnið og geva teimum tær røttu avbjóðingarnar, styrkja vit teirra sjálvsvirði, sjálvsálit og samleika. Vit eru øll ymisk og hava tørv á at verða viðurkend, júst sum vit eru.

Mál

Vit vilja, at børnini læra/menna:

  • At hvíla í sær sjálvum
  • At styrkja teirra sjálvskenslu, sjálvsálit og sjálvsvirði
  • At gerast sjálvbjargin
  • At seta orð á seg sjálvan, teirra gerðir og kenslur
  • At hava góðar relatiónir til børn og vaksin
  • Eginleikar s.s. at lurta – bíða eftir tørni – at tora

Tiltøk

Ígjøgnum árið fyri at náa málinum:

  • At geva børnunum eina góða byrjan, siga góðan morgun og nevna barnsins navn
  • At læra børnini at seta orð á kenslur og gerðir á ein viðurkennandi hátt – eg vil ikki hava – eg blívi kedd/ur, glað/ur um o.s.fr.
  • Í samlingini, læra børnini at verða í miðdeplinum og lurta, hvat hini fortelja
  • Lata børnini sjálvi lata seg í
  • Geva børnunum ábyrgd t.d. at dekka borð og rudda upp
  • Skipa fyri túrum og spølum, sum geva børnunum aldursvarandi avbjóðingar
  • Stuðla børnunum at taka ábyrgd av egnum avgerðum
  • Geva børnunum “succes” upplivingar í gerandisdegnum

Tekin

– um tað eydnast:

  • At børnini trívast, hvíla í sær sjálvum og hava áræði at fara undir nýggjar avbjóðingar,
  • duga at seta orð á seg sjálvan, bæði hvat er gott og hvat særir,
  • duga at seta persónlig mørk og duga at siga frá munnliga.

Mál og samskifti

– tað samskiftandi barnið

At hava ein góðan málsligan førleika er ein fyritreyt fyri at samskifta við onnur. Vit samskifta við orðum, tónalagið, kropsmálið og andlitsbrøgdum.

Mál

Vit vilja, at børnini læra/menna:

  • Tað føroyska málið
  • At samskifta við onnur
  • At seta orð á kenslur, tankar og gerðir
  • At brúka málið á ein viðurkennandi hátt
  • At hava góðan málburð
  • At duga at brúka humor
  • At skilja felagsboð
  • At vísa skriftmálinum ans

Tiltøk

Ígjøgnum árið fyri at náa málinum:

  • Vit seta orð á, hvat vit gera saman við børnunum
  • Vit vaksnu vanda okkum um málið og hava eitt týðiligt kropsmál
  • Vit lesa nógvar søgur og tosa um tær
  • Í samling syngja vit, siga skjaldur, rím og ramsa, tosa um árstíðir, vikudagar, tøl, hugtøk – vit læra at traðka fram, og lurta hvat hini fortelja
  • Vit stuðla børnunum at loysa tvístøður á ein virðiligan hátt
  • Vit tekna og gera søgur
  • Vit tosa um, hvat vit hava uppliva á t.d. túrum
  • Vit skemta, fjasa og fjanta saman
  • Vit nýta TRAS sum arbeiðsamboð

Tekin

– um tað eydnast:

  • At børnini mennast málsliga,
  • samskifta á ein góðan máta, práta, syngja, eru forvitin,
  • duga at fortelja frá, duga at seta orð á tankar og gerðir
  • og klára at brúka málið at loysa tvístøður við.

Sosialir førleikar

– barnið sum ein partur av felagsskapinum

Tað er í samspæli at børnini mennast sosialt. Og á stovninum eru børnini ein partur av einum felagsskapi. Tí mugu vit skapa umstøður, so tey skilja sosialar spælireglur, knýta vinabond, loysa tvístøður og kenna seg sum ein part av bólkinum.

Mál

Vit vilja, at børnini læra/menna:

  • At seta orð á seg sjálvan
  • At samskifta á ein viðurkennandi hátt
  • At duga at seta seg í støðuna hjá øðrum
  • At seta sínar tørvir til viks
  • At koma uppí spæl
  • At loysa tvístøður á ein viðurkennandi hátt
  • At fáa vinir og vera ein góður vinur
  • At vísa virðing og umsorgan
  • At skapa í felag

Tiltøk

Ígjøgnum árið fyri at náa málinum:

  • Vit brúka viðurkennandi samskifti í gerandisdegnum
  • Í samspælinum stuðla børnunum at spyrja, duga at lurta og móttaka
  • Í samling tora at traðka fram, eins væl at lurta og bíða ímeðan hini fortelja
  • Eggja børnunum at vísa umsorgan og innlivingarevni, tí brúka vit arbeiðsháttin STIG FYRI STIG
  • Stuðla uppundir at skapa vinabond
  • Rósa barninum
  • Vit eru góð við hvønn annan og tora at vísa kenslur
  • Skipa fyri felags virksemi, har børnini læra reglur og at samstarva

Tekin

– um tað eydnast:

  • At børnini eru nøgd og trívast – bæði sjálvi og í felagsskapinum,
  • hava vinir og góð við hvønn annan,
  • duga at vísa virðing fyri ymiskleikanum,
  • duga at fylgja við reglum í spølum.