VIRÐISGRUNDARLAG
Vit arbeiða útfrá hesum virðisgrundarlagið:
Tryggleiki – Virðing – Ymiskleiki – Nærvera – Umsorgan
Við TRYGGLEIKA meina vit:
- Góð móttøka bæði í innkoyringini og í gerandisdegnum
- Síggja, hoyra og viðurkenna barnið
- Gerandisdagurin er forútsigiligur
- Starvsfólk eru sjónlig, týðilig, tilvitað, nøgd og nærverandi
Við VIRÐING meina vit:
- Virða barnið: Tað tað er – ikki tað tað ger
- Virða mørkini hjá hvørjum øðrum
- Virða kenslurnar hjá hvørjum øðrum
- Virða sterkar eins og veika síðir
- Virða barnið óansæð atburð og handling
- Stuðla og stimbra uttan niðurlag
- Lurta og viðurkenna teirra meiningar
- Virða teirra spæl – vísa løtuans
Við YMISKLEIKA meina vit:
- Viðurkenna og rúma ymiskleikan hjá tí einstaka barninum, foreldrunum
og starvsfólkunum og virka útfrá tí. - Verða tilvitað um teir ymisku tørvirnir
Við NÆRVERU meina vit:
- At vera til staðar bæði fysiskt og psykiskt
- At duga at lurta
- At seta seg inn í ymisku støðurnar
- Tilvitað hvat vit siga og gera, tí vit eru fyrimyndir
Við UMSORGAN meina vit:
- At børn og vaksin vísa umsorgan fyri hvørjum øðrum
- At vit eru góð við børnini
- Viðurkenna og vísa áhuga
- At hvørt barn er nakað serligt
- At barnið altíð veit, at tað kann fara til ein vaksnan
- Stuðla og stimbra ígjøgnum umsorgan
- At geva sær tíð
- At hava tol at gera og siga tað 1000 ferðir