BETRI VINIR

BETRI VINIR er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing, sum vit eru farin at arbeiða við. Tað er Barnabati, sum stendur fyri verkætlanini í samstarvi við Mary Fonden og Red Barnet.

Tilfarið er ætlað til børn, starvsfólk og foreldur. Betri vinir er grundað á eina nýggja fatan av happing, sum tekur støði í virðunum:  TOLSEMI, VIRÐING, UMSORGAN OG DIRVI.

Tilfarið, sum er samlað í eitt kuffert, er samansett av námsfrøðiligum amboðum, sum gera tað lættari at styrkja barnafelagsskapin.

Í kuffertinum eru til dømis bamsur, søgur, massasjuætlan, uttandura spøl og samrøðutalvur, so børn kunnu spæla sær við virðini: tolsemi, dirvi, umsorgan og virðing, og soleiðis skapa eina mentan, har góð vinaløg mennast og happing ikki sleppur at nørast. Sum dømi verður dentur lagdur á munin á at arga av stuttleika og at arga í álvara, at gera áskoðaran tilvitaðan um, at hann ella hon kann gera mun, og hvussu børnini kunnu menna hættir at siga frá og seta mørk.

Tríggir málbólkar

  • Námsfrøðingar: Námsfrøðingar fáa íblástur og brúka “Betri vinir” í barnagarðinum til at styrkja um felagsskapin hjá børnunum.
  • Foreldur: Foreldur eiga stóra samábyrgd av at fyribyrgja happing við at styðja upp undir trivnaðin og felgasskapin í barnaflokkinum.
  • Børnini: ”Betri vinir” ger torskildu samrøðurnar um arging og happing ítøkiligar fyri børn og gevur teimum amboð at handfara arging og at siga frá.

Um skipanin skal eydnast til fulnar, mugu vit øll samstarva og taka lut í arbeiðinum fyri at fyribyrgja happing.

Les meira um “Betri vinir”: