Matviði á Flatinum

Matvanar og matur hevur seinastu nógvu árini broytt seg nógv. Liðugt framleiddur matur fyllur meira og meira í gerandisdegnum og vera ymisk evni løgd afturat matvørum, í størri mun enn fyrr (Salt, feitt og sukur). Samstundis eru sukurvørur og líknandi vori alt meira gerandiskostur og er hetta við at ávirka heilsustøðuna hjá okkum øllum. Orkan hjá okkum verður ávirka, lívsstílssjúkur eru vanligari, kosturin ávirkar evnini at hugsavna seg og so framvegis. Alt viðurskifti sum ávirka lívsgóðskuna hjá okkum, sum starvfólk, foreldur, børn og í síðsta enda samfelagið.

Endamálið við matvirðunum er at:

Stuðla ein sunnan, fjølbroyttan og inkluderandi kost fyri øll – børn, starvsfólk og foreldur.

Minka um sukurnýtslu, feitt og salt á ein praktiskan hátt

Gera tað lættari hjá øllum pørtum at stuðla sama mál, uttan strongd, skomm ella press.

Inklusjón

Øll børn og familjur skulu kunna kenna seg væl – uttan mun til kostvanar, fíggjarstøða, siðir, trúgv ella heilsuviðurskifti.

Virðini skulu ikki vera dømandi, men stuðla góðum vanum.

Javnvág

Matur skal fremja orku, gleði og trivnað.

Sukur, feitt og salt verður minkað niður – ikki bannað.

Praktiskt

Matvirðini skulu vera løtt at fylgja og ikki krevja dýrar ella truplar loysnir.

 

Gerandiskostur á Flatinum

Vit leggja dent á:

Grønmeti, frukt og heilar vørur, sum eru lætt at fáa fatur á. (Ikki liðugt framleiddar vørur)

Vatn sum høvuðsdrykk.

Møguligar millummáltíðir, sum eru sunnar og einfaldar (t.d. frukt, knekkbreyð, havragrýn, fulkornsskorpur).

Vit royna at avmarka:

Djús, saft, sunkist, sodavatn og søtar mjólkaúrdráttir.

Køkur, keks og aðrar søtar vørur í gerandisdegnum.

 

Føðingardagar og hátíðarhald

Vit ynskja at gera tað hugnaligt — uttan so nógv sukur, feitt og salt

Familjan kann taka føðingardagsmat (kaku og líknandi) við, men vit biðja um at hugsa verður um nøgdirnar. tað vera í smáum mongdum. So verður t.d. bert eitt kakustykki servera.

Matur heimanífrá

Vit heita á foreldur um at hava matvirðini í huga tá matpakkarnar verða gjørdir.

Starvsfólk

Starvsfólk stuðla politikkinum gjøgnum egnar matvanar í barnagarðinum.

Kaffiborð hjá starvsfólkunum, kann eisini hava minni søtar portiónir, so arbeiðsplássið stuðlar somu hugsan.

Samskifti við foreldur

Vit kunna foreldur væl frá byrjan.

Vit hava ein góðan og opin tóna – ætlanin er at gera tað lættari, ikki truplari.

Vit bjóða møguleikan at tosa um áskoðanir ella spurningar uttan dømandi hugburð.

Íverksetan og endurskoðan

Virðini verður settur í verk eftir summarsteðgin

Vit eftirmeta eina ferð um árið fyri at tryggja, at virðini framvegis eru realistisk og inkluderandi.

Eingir lutir