Foreldraráðið á Flatinum
Foreldraráðið á Flatinum
Fyri Ennið: Rói Hjaltalin og
Sóleyð Johannesen, varaumboð.
Fyri Tippið: Ronja Káradóttir og
Maria Jovanovic, varaumboð
Fyri Mýru: Sonja Dam og
Ebba Lisberg Hansen, varaumboð
Fyri Túvu: Rannveyg Fríðriksdóttir og
Tummas Eli Jacobsen, varaumboð
Fyri Horni: Karina Sivertsen og
Elsa D. Johannesen, varaumboð
Fyri Bakka: Elsbet Danielsen og
Halla K. Olsen, varaumboð
Viðtøkur fyri foreldraráðið á Dagstovninum á Flatinum.
§ 1 Endamál foreldraráðsins:
Endamál foreldraráðsins er at fremja áhugamál foreldranna í samráð við dagstovnin, og skal arbeiða fyri at styrkja um trivnaðin og samstarvið ímillum heim, foreldur, stovnin og avverandi mynduleikar.
§ 2 Heiti.
Foreldraráðið í Dagstovninum á Flatinum.
§ 3 Foreldraráðslimir.
Í ráðið kunnu veljast øll, sum hava børn á dagstovninum, undantikið eru tó starvsfólk, sum hava børn á dagstovninum.
§ 4 Atkvøðurættur.
Foreldur ella avvarandi hava eina atkvøðu hvør.
§ 5 Ráðið
Foreldraráðið er samansett av 6 limum, ein fyri hvørja stovu. Ráðið verður valt á stovuforeldrafundunum um heystið við vanligum atkvøðumeiriluta millum møttu foreldrini ella avvarandi. Fyri hvønn ráðslim verður valdur ein varalimur eftir somu skipan sum ráðsval.
Fer barn hjá ráðslimi úr stovninum, tekur varalimurin sæti í ráðnum.
Ráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni og skrivara.
Skrivarin skrivar fundarfrásøgn, sum verður undirskrivað av ráðslimum eftir fundin ella á fyrst komandi fundi.
§6 Fundir.
Foreldraráðið kemur saman minst einaferð um ársfjóringin og áliggur tað formanninum/ leiðarinum at kalla ráðið saman.
§7 Foreldrafundur.
Foreldrafundur verður hildin á várið eina ferð um árið við hesi dagsskrá:
- Frásøgn frá stovnsleiðaranum frá farna árið.
- Frásøgn frá foreldraráðnum.
- Viðger av innkomnum málum.
- Ymist.
Uppskot, sum skulu viðgerast á foreldrafundi, skulu skrivliga vera ráðsformanninum í hendi seinast 14. dagar fyri fundin.
Foreldrafundurin er viðtøkuførur, tá minst helvtin av barnatalinum er umboðað.
Foreldrafundurin verður annars hildin, tá helvtin av ráðslimunum, leiðarin, minst 5 av foreldrunum ella kommunan ynskja tað.
§ 8. Samráðingar.
Ráðið er lið millum foreldur, stovnsleiðara og kommununa.
§ 9. Ábyrgd limanna.
Hvør limur í ráðnum hevur tagnarskyldu um øll viðkomandi viðurskifti sum hann fær kunnleika um á ráðsfundi ella á anna hátt. Tagnarskyldan er eisini galdandi eftir at limur er farin úr ráðnum. Hvør ráðslimur skal undirskriva eina váttan um tagnaðarskyldu.
Viðtøkurnar eru vegleiðandi og kunnu broytast og tillagast eftir tørvi. Støði er tikið út frá, at foreldraráðið er ráðgevandi og skal fremja áhugamál foreldranna, í samráð við leiðaran á stovninum. Tað liggur í hesum, at foreldraráðið hevur eitt gott samstarv við við foreldur, starvsfólk og leiðarin og røkir áhugamál foreldranna, í samráð við hesi, fyri at skapa trivnað millum børn, foreldur, starvsfólk og stovnin.
Námsfrøðiliga og rakstrarliga innihaldið liggur undir ábyrgd stovnsleiðarans.
Vónandi verða hesar viðtøkur ein góð hjálp hjá øllum, sum á ein hvønn hátt hava tilknýti til stovnin.
Viðtøkurnar eru góðkendar á bygdaráðsfundi