Kostur
Vit leggja dent á at geva børnunum heilsugóðan kost s.s. frukt, grønmeti og sunnan bakstur úr køkinum. Børnini fáa frukt til samlingina uml kl 9.45. Matpakkin eta vit umleið kl. 11.30 og millummálin umleið kl. 14.30.
Barnið eigur ikki at hava góðgæti við.
Føðingardagar.
Føðingardagin hjá barninum gera vit so hugnaligan, sum gjørligt á stovuni har barnið gongur. Tit hava okkurt við heimanífrá, sum vit so bjóða á stovuni. Fyri at halda okkum til “heilsugóða matin” , ynskja vit at tit ikki koma við teimum keyptu køkumonnunum og køkukonunum, men t.d. bjóða eina “sunna” køku, ís, poppkorn, grønmetisstengur, fruktspjót.