Tveir foreldrafundir eru árliga, ein um várið og ein um heystið. Foreldrafundurin um várið er ein felags fundur fyri allan stovnin, sum vit saman við foreldraráðnum skipa fyri. Um tit kundu hugsa tykkum okkurt ávíst evni viðgjørt, eru tit altíð vælkomin at tosa við okkum.

Foreldrafundurin um heystið er ein fundur, har stovurnar skipa fyri og fortelja um sítt virksemið. Eisini verða umboð í foreldraráðið vald. 

Skipaðar foreldraviðtalur eru eina ferð árliga, og er tað um várið. Tit eru eisini vælkomin at biðja um eina viðtalu, um tit hava nakað upp á hjarta.