Tað er av týdningi, at allir partar leggja seg eftir at fáa í lag eitt gott samstarv sínámillum. Um tit ikki trívast við stovnin, so kemur barnið heldur ikki at trívast her. Tí er umráðandi, at báðir partar tosa opið og beinleiðis við hvønn annan, eisini um onkur ónøgd er.
Tað kemur fyri, at barninum tørvar eyka stimbran innan ymisk øki. Um vit ella tit gerast varug við eitthvørt, er umráðandi, at vit tosa opið saman um hetta, fyri at tørvurin hjá barninum verður nøktaður, og barnið fær teir bestu menningarmøguleikar.
Stovnurin hevur í samráð við foreldrini møguleika at leita sær hjálp frá t.d. serráðgeva og Sernám.