Gerandisdagurin

Vit hava valt at skipa gerandisdagin nøkulunda líka um tú gongur í vøggustovu ella í barnagarð, tó er gerandisdagurin hjá teimum stóru eitt sindur øðrvísi. 

Vøggustovurnar Tippið og Ennið eru saman frá kl 7 til 8.30 og aftur kl 16 til 17. Barnagarðsstovurnar eru saman frá kl 7 - uml 8.30/9 og aftur kl 16 til kl 17. Tó eru børnini í Horni saman við á Bakka kl 16 til 17.

Umleið kl. 9.30 hava allar stovurnar samling, har vit bjóða frukt og tosa m.a. um hvat fer at henda í dag. 

Umleið kl. 11.30 eta vit matpakka. Vit eta saman í smáum bólkum. 

Klokkan 14.30 er millummálið. Vit leggja stóran dent á, at børnini fáa ein heilsugóðan millummála. Mánadag til hósdag ger Rúna okkurt gott til okkum, sum t.d. ymiskar bollar og breyð, suppir og salat. Fríggjadag gera stovurnar sjálvar okkurt heilsugott.

Vit eru úti og spæla á okkara deiliga spæliplássið, sum oftast bæði fyrrapartin og seinnapartin. Vit gera nógvar túrar, serliga í nærumhvørvinum. Vit hava stutt í hagan og í fjøruna.