Serlig viðurskifti fyri vøggustovurnar

Tað er ein stór broyting at byrja í vøggustovu. Tað er nógv nýggj andlit og nógv nýggj “inntrykk”. Vit vóna at vit við viðurkenning og virðing fyri ymiskleikanum hjá hvørjum øðrum, fáa nøkur góð og mennandi ár saman. Fyri at fáa eina góða byrjan, er tað av týdningi at barnið vitjar saman við tykkum teir fyrstu dagarnar. Tað er ógvuliga ymiskt frá barnið til barn, hvussu langa tíð tað tekur at fella til, so ynskiligt er at tit seta minst 2 vikur av.

Soving

Øll børn í vøggustovuni hava tørv á at sova og er tað umráðandi fyri menningina, at tey fáa tað hvíld ið krevst. Tí vakja vit ikki børnini, sum eru undir 2 ár – tey sleppa at sova til tey vakna sjálvi. Børnini yvir 2 ár, kunnu vit vakja, um tit ynskja tað, tó ikki fyrr enn kl. 14. Tey minstu sova, sum oftast bæði fyrrapart og seinnapart og tey størru einaferð aftaná matpakkan.

Suttur

Um barnið brúkar suttu, skal hon takast við heimanífrá. Foreldrini hava ábyrgd av, at taka sutturnar heim við hvønn fríggjadag at reingerða. Navn skal verða á suttunum.

Blæur

Barnið skal hava eina blæu við til hvønn dagin. Stovnurin letur hinar blæurnar.