Summarfrítíð: 

Stovnurin er stongdur fýra vikur um summarið. Tó skiftast stovnarnir í økinum um at hava eitt summartilboð, sum vit kalla samanlagt virksemi frá uml ½ juli og 4 vikur fram.

Nærri kunning um hetta er á boðtalvunum á stovunum ella tosa við leiðaran á stovninum.

Ráðleggingardagar: 

Stovnurin hevur tveir ráðleggingardagar um árið. Tá hevur stovnurin ikki opið. Nærri kunning um hetta er á boðtalvunum á stovunum ella tosa við leiðaran á stovninum.

Jólafrítíð: 

Stovnurin er afturlatin í døgunum millum jól og nýggjár.

Harumframt er stovnurin afturlatin hesar dagar:

25. apríl Flaggdagin
2. Páskadag 
Dýri Biðidag 
Kr. Himmalsfaradag 
Hvítusunnufrítíð
Grundlógardagin, er opið til kl 12