TrasMo
Vit brúka somuleiðis eygleiðingarskjalið TrasMo, sum er ein stytting av “Tidlig registrering af sansemotoriske færdigheder hos børn”. TrasMo er danskt, men er uppbygt á sama hátt sum TRAS. Ætlanin var eisini at umseta TrasMo til føroyskt, men tað bleiv slept vegna manglandi orku og fígging.

TrasMo-blaðið er ætlað til at fylgja við og lýsa sansa- og rørslumenningina hjá 2-5 ára gomlum børnum, so yvirlit fæst yvir støðuna hjá barninum. Á hendan hátt tryggjað vit, at tey ymisku stigini í sansa- og rørslumenningini verða gjøgnumhugsað í gerandisdegnum, eisini so vit tíðliga kunnu hjálpa teimum børnum, sum hava avbjóðingar ella seinkaða sansaliga og rørsluliga menning.

Tilfarið vit brúka fevnir um eina hondbók við ástøðiligum frágreiðiungum og praktiskum hugskotum til, hvussu børnini kunnu mennast sansaliga og rørsluliga. Somuleiðis fevnir tilfarið um eitt eygleiðingarblað, sum verður knýtt at ymiskum økjum innan sansan og rørslu.

Hesi øki eru: Persónligir førleikar, gerandisførleikar, spæl, tillagan av sansastimbran, fínrørslur, grovrørslur, tekniførleikar og bóltførleikar. Hetta eru øki, sum hava stóran týdning fyri persónligu, sosialu, kensluliga og kropsligu menningina hjá barninum.

TrasMo-blaðið verður útfylt, tá barnið fyllir 3 ár, 4 ár og 5 ár og verður brúkt í sambandi við foreldraviðtalur.