OKKARA NÁMSFRØÐI

Okkara virðisgrundarlag er viðurkenning, ymiskleiki, tryggleiki, nærvera og umsorgan. Fyri okkum starvsfólk og børn er tað umráðandi, at stovnurin er eitt livandi og mennandi stað, har okkum dámar at vera, tí at:

  • Vit føla okkum vælkomnan og tryggan og føla at onnur eru góð við okkum
  • Vit blíva vird fyri tað vit eru, og so vítt gjørligt verða okkara ymisku tørvir nøktaðir
  • Vit eru ein av mongum, tí at vit hava felags upplivilsir/royndir, sum samling, gongutúrar, náttúruupplivingar o.a.
  • Vit fáa rørsluliga menning við at nýta Bólið, spæla úti á spæliplássinum og í natúruni
  • Vit gera brúk av okkara nærumhvørvið,  m.a við fjørutúrum, hagatúrum og túrum til  ymisk virksemi í bygdini
  • Vit syngja, ríma og ramsa, lesa søgur, vit fjanta og fjasa
  • Vit stimbra okkara forvitni og hugflog
  • Vit verða stuðlaði í at taka avbjóðingar
  • Vit hava pláss til at spæla og finna vinir
  • Vit nema okkum kunnleika við handaligum virksemi, mála, baka, klippa, klistra, gandadeiggj o.a.
  • Vit hava siðir, sum vit eru glað fyri, jól, páskir, føsta, ommu og abbadag, arbeiðsdagar og hugnadagar saman við foreldrunum