TRAS

Vit brúka eygleiðingarskjalið TRAS. TRAS er á norskum ein stytting fyri “Tidlig Registrering Af Sprogutvikling” og bleiv umsett til føroyskt í 2008. Á føroyskum siga vit: Ansa tíðliga eftir málmenningini hjá børnum undir skúlaaldur.

TRAS-blaðið er ætlað at fylgja við og lýsa málsligu menningina hjá 2-5 ára gomlum børnum, so yvirlit fæst yvir støðuna hjá barninum. Á hendan hátt tryggja vit, at tey ymisku stigini í málmenningini verða gjøgnumhugsað í gerandisdegnum, so vit tíðliga kunnu hjálpa teimum børnum, sum hava málsligar trupulleikar ella seinkaða málsliga menning.

Tilfarið vit brúka fevnir um eina hondbók við ástøðiligum frágreiðingum og praktiskum hugskotum til, hvussu børnini kunnu mennast málsliga. Somuleiðis fevnir tilfarið um eitt eygleiðingarblað, sum verður knýtt at ymiskum økjum innan samskifti.

Hesi øki eru: Samspæl, samskifti, ansur, málfatan, málsligt medvit, úttala, orðagerð og setningsgerð. Hetta eru øki, sum hava stóran týdning fyri sosialu, kensluligu og fatanarligu menningina hjá barninum.

TRAS-blaðið verður útfylt, tá barnið fyllir 3 ár, 4 ár og 4 ár og verður brúkt í sambandi við foreldraviðtalurnar.