Heystardagar á Flatinum

11.10.2021

– eitt høvuðsøki í okkara námsætlan er mentan.

Barnið sum partur av einari mentan

Vit verða myndaði av tí mentan, vit liva í. Tí vilja vit, at okkara børn gerast tilvitað um okkara egnu mentan, søgu og siðir.

Og í hesum døgum har fjøllini verða gingin og fletting er á skránna nógva staðni, er tað eisini ein siðvenja her á Flatinum.

Vit keyptu eitt gimburlamb frá Hans Andriasi og Olivia sum arbeiðir á Mýru fletti lambi í Bólinum. Børnini vóru sera áhugaði og vóru við í flettingini, heilt frá at tumma til at vaska vombina í ánni. Dagin eftir gjørdu vit blóðpylsu, sum vit ótu til millummála saman við seyðarhøvd, livur, lunga, hjarta og nýru. Væl smakkaði og børnini ótu væl. Onkur var eitt sindur varin, men tey allarflestu hildu seg frammat.