Foreldrakaffi

09.03.2022

Ja, nú kunnu vit so aftur skipa fyri tiltøkum uttan avmarkingar. So týsdagin 8 mars var aftur foreldrakaffi. Avtí at tað eru meira enn 2 ár vit skipaðu fyri foreldrakaffi seinast, so var tað eisini onkur foreldur, sum ikki vistu hvat tað var, sjálvandi av góðum grundum.

Kaffi, te, saft og kakir, sum foreldur høvdu baka, var inni á stovunum. 

Tað var so deiligt at kunna bjóða foreldrunum innaftur til ein drekkamunn. Vit gleða okkum til næstu ferð.