Garðdagurin 23 sept

27.09.2022

Fríggjadagin 23 sept høvdu vit okkara garðdag. Veðri var sera gott og uppmøtingin var eisini sera góð. Vit fingu nógv gjørt.

  • Fingu smíða kassar rundanum húsið uppiyvir Tippið og fylt sand í, eisini smíða ein kassa rundanum reiggjuøki sunnanfyri og fylt sand í.
  • Lúka runt um runnarnar og rudda í garðinum.
  • Úr plattum blivu gjørdir  fleiri aktivitetsveggir til vatn og eisini spælikøkar.

Ein slíkan dag mugu vit eisini eta og hugna okkum. Foreldraráðið bakaði vaflur uttanfyri og til stóra gleði hjá børnunum var pyslivognurin opin frá kl 18.

Ein avbera góður dagur, har foreldur, børn og starvsfólk arbeiddu saman, fyri at gera garðin enn betri og stuttligan at verða í. Stóra takk fyri øll somul.