MENTAN - barnið sum partur av einari mentan.

25.10.2022

Í løtuni arbeiða vit við høvuðsøkinum í okkara námsætlan
Mentan - barnið sum partur av einari mentan. 
Vit verða myndaði av tí mentan, vit liva í, tí vilja vit at børnini blíva tilvitaði um okkara egnu mentan, søgu og siðir. 
Sjálvt um nógv fletting er í økinum, eru tað tó fleiri børn sum ikki uppliva hetta. Tí er ein siðvenja á Flatinum at fletta og fáast vit slagt. 
Vit flettu eitt lamb mikudagin 19 okt og dagin eftir gjørdu vit blóðpylsu og rullupylsu. Vit høvdu blóðpylsu, livur, lunga, nýra, hjarta og seyðarhøvd til døgurða. Tey allarflestu børnini fingu sær og dámdu væl.