5 ára føðingardagur hjá Bamsu

01.02.2023

1 februar fyllir okkara Bamsa í Betri Vinum 5 ár. Tað var í 2018 at vit byrjaðu at arbeiða við Betri Vinum.

So í dag vóru vit føðingardag hjá Bamsu. Vit møttust øll í Bólinum, har vit prátaðu og sungu saman. Inni á Youtube undir Betri Vinir liggja fleiri Betri Vinir sangir. Okkum dámar væl sangin Bamsa mín.