BØRN Á FERÐ.

29.09.2023

Dagstovnarnir í Sunda kommunu luttaka eisini á Mentanardøgunum í kommununi. Hetta gera vit við at vit vitja hvønn annan og kalla átakið BØRN Á FERÐ hvør annar er barn í mínari kommunu.
Barnagarðsstovurnar vitja hvønn annan fyrrapart og seinnapart er tað frítíðarskúlarnir sum vitja hvønn annan. 

Týsdagin 19 sept vóru vit á Flatinum saman við Kráir og Margáir og vitjaðu við Stórheygg í Hósvík.

Mikudagin 20 sept. vóru vit á Flatinum saman við Stórheyggi og vitjaðu við Kráir og Margáir.

Hósdagin 21 sept. skuldu tey við Stórheygg og við Kráir og Margáir koma at vitja okkum. Men hetta bleiv útsett til hósdagin 28 sept ístaðin, vegna vánaligt veður. 

 21 sept høvdu vit eisini Familjukaffi frá kl 15, og tað vóru nógv sum komu at fáa sær ein drekkamunn. Tað eru vit ordiliga glað fyri.

Hósdagin 28 sept., høvdu vit so vitjan.   Tað regnaði sera illa fyrrapartin, men øll vóru í regnklæðum, so vit hugnaðu okkum kortini.   Seinnapartin var veðrið betur.
Fyrrapartin bjóðu vit sunkist og bananamuffins, sum Rúna hevði baka og seinnapartin bjóðaðu vit sunkist og pitsasniglar, sum børn og vaksin í Horni og á Bakka høvdu baka.

Eittt væleydnað tiltak, sum vit øll eru sera glað fyri. 

Her eru nakrar myndir frá fyrrapartinum.