Eitt væleydnað hátíðarhald

22.09.2025

18. september 2025 var hátíðarhildið at Dagstovnurin á Flatinum hevði 20 + 15 ára dag, ella 35 ár á baki.

Eisini vóru nakrir stórir starvsdagar hildnir, Sólrun Dam og Lis Gregersen hildu 35 ára starvsdag, Jana Madsen 20 ára starvsdag, Hjalmar Jóhannesen og Anna Maria Hansen hildu 15 ára starvsdag.

Hetta eru løtur at hátíðarhalda tí allir stovnar á dagstovnaøkinum í Føroyum eru ikki so heppin at kunna hava so trúgv og trúføst starvsfólk. Hetta er við at geva stovninum eitt grundfesti og ger arbeiði á stovninum tað lættari.

Á degnum fingu vit, umframt eina sangløtu við børnum á stovninum, røðu frá borgarstjóranum, Eyðstein Zachariasen og hevði undanfarni leiðari Rosa Prestá nakrar hugleiðingar frá farnu árini.