Starvslýsing
Ynskir tú at arbeiða við vøggustovu- barnagarðs- ella frítíðarskúlabørnum, so er tað er kanska tær vit hava brúk fyri.
Vit søkja eftir fleiri námsfrøðingum ella hjálparfólkum, at byrja eftir summarsteðgin 10 august 2026 ella skjótast hareftir.
Á dagstovninum á Flatinum arbeiða vit útfrá okkara námsætlan, og viðurkennandi námsfrøði. Vit leggja dent á góðar relatiónir, har vit skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið heldur tað verða stuttligt, avbjóðandi og hugnaligt at ganga í vøggustovu, barnagarð, 6 ára bólk og frítíðarskúla.
Felagsskapur, náttúra, vinalag, trivnaður, spæl og ymisk ítriv hevur ein stóran leiklut og børnini eru sjálvi í stóran mun við, at mynda gerandisdagin.
Vit hava seks størv tøk:
Eitt barsilsfarloyvisstarv á 33 tímum í vøggustovu, tíðaravmarkað til summarið 2027.
Tvey størv í barnagarðsstovu, á 30 tímum.
Eitt farloyvisstarv í 6 ára bólkin, á 30 tímum, tíðaravmarkað til summarið 2027.
Tvey størv í frítíðarskúlanum, á 25 tímum.
Um ynski er, at arbeiða annað tímatal ella sum avloysari eru vit eisini fús, at hoyra frá tær.
Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett fyribils.
Her eru góðir møguleikar hjá tær, ið ynskir at royna seg á dagstovnaøkinum.
Vit hava ein fjølbroyttan starvsfólkahóp á 28 starvsfólkum, við ymsum útbúgvingum og royndum.
Er hetta nakað fyri teg, hevði tað glett okkum at frætt frá tær.
Setanarviðurskifti og løn eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.
Meira fæst at vita um størvini og stovnin við at tosa við Jógvan Philbrow leiðara á tlf. 297247 ella Sunnrid Eyðunsdóttir Joensen, varaleiðara á tlf. 288405 ella vitja okkum á https://flatinum.fo/
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 10. juni á middegi og sendast til jogvanp@sunda.fo