Avloysari til Dagstovnin á Flatinum

09.07.2026

Ynskir tú at arbeiða við børnum, so er tað er kanska tær vit hava brúk fyri.

Vit søkja eftir avloysarum, námsfrøðingar ella hjálparfólk, sum kunnu trakað til tá brúk er fyri tí.

Á dagstovninum á Flatinum arbeiða vit útfrá okkara námsætlan, og viðurkennandi námsfrøði. Vit leggja dent á góðar relatiónir, har vit skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið heldur tað verða stuttligt, avbjóðandi og hugnaligt at ganga í vøggustovu, barnagarð, 6 ára bólk og frítíðarskúla.
Felagsskapur, náttúra, vinalag, trivnaður, spæl og ymisk ítriv hevur ein stóran leiklut og børnini eru sjálvi í stóran mun við, at mynda gerandisdagin.

Vit hava ein fjølbroyttan starvsfólkahóp á 28 starvsfólkum, við ymsum útbúgvingum og royndum.

Er hetta nakað fyri teg, hevði tað glett okkum at frætt frá tær. 

Setanarviðurskifti og løn eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.  

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita  við at tosa við Jógvan Philbrow leiðara á tlf. 297247 ella vitja okkum á https://flatinum.fo/

Til ber eisini at senda boð ella umsókn til jogvanp@sunda.fo

Dagstovnurin á Flatinum
Skúlavegur 9
400 Oyrarbakka