Okkum tørvar starvsfólk

28.08.2026

Vit halda, at eitt av týdningarmestu størvunum í heiminum er at vera við til at tryggja børnum eina góða byrjan upp á lívið.

Tú kanst vera tann, sum ger munin.

Vit hava tørv á starvsfólki til vøggustovurnar á Flatinum. Talan er um størv á 30-35 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu. Bæði føstum størvum og tíðaravmarkaðum avloysarastørvum, at byrja beinan vegin ella skjótast gjørligt.

Hevur tú hug til eitt starv, har tú fært møguleika at ávirka trivnaðin, menningina og gerandisdagin hjá smábørnum í aldrinum 1 til 3 ár, so vilja vit fegin hoyra frá tær.

Um Dagstovnin á Flatinum

Dagstovnurin á Flatinum hevur:

  • Tvær vøggustovur
  • Tvær barnagarðsstovur
  • Eina stovu til seks ára gomul børn
  • Frítíðarskúlatilboð til næmingar í 1., 2. og 3. Flokki
     

Kom og ger mun

Á Dagstovninum á Flatinum arbeiða vit við støði í okkara námsætlan og viðurkennandi námsfrøði.

Vit leggja stóran dent á góðar relatiónir og skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag, har børnini uppliva, at tað er stuttligt, mennandi, avbjóðandi og hugnaligt at ganga í vøggustovu, barnagarði, seks ára bólki og frítíðarskúla.

Felagsskapur, náttúra, vinalag, trivnaður, spæl og ymisk virksemi hava ein týðandi leiklut í gerandisdegnum, og børnini eru sjálvi í stóran mun við til at mynda hann.

Vit hava ein fjølbroyttan starvsfólkahóp við umleið 28 starvsfólkum. Hópurin umfatar kvinnur og menn, yngri og eldri, við ymiskum útbúgvingum, royndum og førleikum.

Dagstovnurin hevur góðar og rúmligar umstøður, bæði inni og úti.

Lønar- og setanarviðurskifti

Løn og setan eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 4 í barnaváttanarlógini skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari kann setast í starv.

Meira kunning

Meira fæst at vita um størvini og stovnin við at venda sær til:

Jógvan Philbrow, leiðara ???? 297247
Birita Tausen, varaleiðara ???? 251116

Eisini ber til at vitja okkara heimasíðu: ???? https://flatinum.fo/

Umsókn

Umsókn saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi:

Hósdagin 10. september kl. 12.00

Umsóknin skal sendast til:

???? jogvanp@sunda.fo