Starvsfólk til Dagstovnin á Flatinum

12.08.2026

Ynskir tú at arbeiða í vøggustovu, so er tað er kanska tær vit hava brúk fyri.

Vit søkja eftir námsfrøðingi ella hjálparfólki, í 33 tíma starv at byrja skjótast gjørligt.

Á dagstovninum á Flatinum arbeiða vit útfrá okkara námsætlan, og viðurkennandi námsfrøði. Vit leggja dent á góðar relatiónir, har vit skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið heldur tað verða stuttligt, avbjóðandi og hugnaligt at ganga í vøggustovu, barnagarð, 6 ára bólk og frítíðarskúla.
Felagsskapur, náttúra, vinalag, trivnaður, spæl og ymisk ítriv hevur ein stóran leiklut og børnini eru sjálvi í stóran mun við, at mynda gerandisdagin.

Starvið er barsilsfarloyvisstarv fram til summarið 2027.

Vit hava eisini brúk fyri avloysarum í vøggustovunum.

Vit hava ein fjølbroyttan starvsfólkahóp á 28 starvsfólkum, við ymsum útbúgvingum og royndum.

Er hetta nakað fyri teg, hevði tað glett okkum at frætt frá tær. 

Setanarviðurskifti og løn eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.  

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita um størvini og stovnin við at tosa við Jógvan Philbrow leiðara á tlf. 297247 ella Birita Tausen, varaleiðari á tlf. 251116 ella vitja okkum á https://flatinum.fo/

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 27 august á middegi og sendast til jogvanp@sunda.fo

Dagstovnurin á Flatinum
Skúlavegur 9
400 Oyrarbakka