Barnakonsert við Føroya Symfoniorkstri og søgan um Tubinu.
10.04.2024
Vit hava nú í nógv ár um hesa tíðina verið boðin til barnakonsert í Norðurlandahúsinum hjá Føroya Symponiorkestri.
Og í gjár gekk so leiðin aftur í Norðurlandahúsið.
Tað eru tey eldru børnini á Mýru og á Túvu saman við børnunum í Horni sum fara.
Í ár var tað sjónleikarin, skemtarin og frásøgumaðurin Jákup Dahl Wardum, sum saman við Føroya Symponiorkestri fortaldi søguna um Tubinu.
Søgan snúðu seg um eina tubu, sum spælir í orkestrinum. Tubina er troytt at spæla teir somu tónarnar altíð og fer síðani á eina ævintýrferð.
Symponiorkestri spældi eisini: Hjólini á bussinum, Alright hjá Danny the Veetos, Ghostbusters, Flintstones v.m.
Tað er altíð eitt stórt upplivilsi hjá bæði børnunum og teimum vaksnu og soleiðis var eisini hesaferð.