Ommu og abbadagur 6.sept.
09.09.2024
Fríggjadagin 6 sept høvdu vit ommu og abbadag. Meiningin var at halda dagin í 31 mai, men tá var verkfall og tí útsettu.
Tað var ein sera góður dagur og veðrið var so avbera gott. Vit byrjaðu við at okkara fitta barnakór sang nakrar sangir í Klingruni. Síðani vóru øll boðin inn á stovurnar at fáa sær ein drekkamunn við tí sera vældámdu lagkøkuni frá bakarínum á Skála, havragrýnssmákøkur frá Rúnu og víndrúir.