Heysti 2024

25.10.2024

Vísandi til okkara námsætlan Mentan- barnið sum partur av einari mentan, arbeiða vit m.a. við tí sum gongur fyri seg um hesa tíðina, nemliga fletting og at gera burturúr tí sum fæst frá seyði.

Mikudagin 23 okt høvdu vit ein slíkan dag. Tað hevur altíð verið siðvenja at vit fletta ein seyð á Flatinum, men í ár lukkaðist tað tíverri ikki, men vit vóna at tað eydnast betur komandi ár.

Vit byrjaðu við at tosa við børnini, har vit brúktu bókina Seyðabókin, síðani sóu vit ein film, har ein drongur fletti ein seyð. Vit høvdu skaffa okkum vomb, seyðarhøvd og mørar, sum tey sluppu at granska.
Børnini vóru ófør at seyma indur (onkur helt tó fyri nøsina) men tey hildu seg ikki aftur og somuleiðis tá vit gjørdu blóðpylsudeiggi.

Hetta bleiv so kókað og vit ótu so seyðarhøvd, blóðpylsu, livur, lungu og hjørtur til millummálað. Børnunum dámdi sera væl og serliga seyðarhøvd dámdi teimum væl.