
Ævintýrferðin 2025
09.01.2025
Ævintýrferðin 2025
Í dag hava vit havt vitjan av Ævintýrferðini 2025.
Dánjal og Búi framførdu kærleikssøguna hjá Shakespeare um Romeo og Juliu. Og sum altíð dugdu teir báðir sera væl at fanga børnini og leiða tey inn í teirra ævintýraverð og lærdu børnini at tosa "poetist" Børnini vóru sera hugtikin av leikinum og tá teir eisini m.a. sungu um Grækaris Grashøvd, ja,so sungu øll við.
Ein sera góð og stuttlig vitjan.



