TJALDUR VER VÆLKOMI

12.03.2025

Í  dag 12 mars er Grækarismessa og vit ynskja tjøldrunum vælkomin. 
Í gjár og í dag hava fleiri stovur verið túrar og leita eftir tjøldrum og hava  sæð  nøkur og hoyrdu fleiri. 

Sangur um tjaldrið: Lag Lítla Elsa.
12. mars á grækarismessu kemur okkar’ tjaldur.
Ja, vit kenna tjaldrið væl, tí nýtist einki spjaldur.
Svart og hvítt við longum reyðum nevi, longum beinum.
Syngur vakurt, flýgur  fagurt, hvílir seg á steinum

Her eru nøkur sera fitt tjøldur sum eg fann inni á stovunum.

GÓÐA GRÆKARISMESSU

vinarliga
Rosa