Garðdagurin 2 mai

02.05.2025

Í dag hava vit havt garðdag. Veðrið var onki serligt, heglingsæl og ring æl. Men væl spurdist burturúr kortini, foreldur, børn og starvsfólk vóru sera hugagóð. So nú er garðurin enn hugnaligur og stuttligur at spæla í.