Jógvan Philbrow nýggjur dagstovnaleiðari

15.08.2025

Jógvan Philbrow er settur í starv sum dagstovnaleiðari á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka.

Býráðið í Sunda kommunu samtykti á býráðsfundi tann 23. juni 2025 at seta Jógvan Philbrow í starv sum dagstovnaleiðari á Flatinum á Oyrarbakka.

Jógvan er 51 ára gamal og útbúgvin námsfrøðingur. Hann hevur starvast sum stovnsleiðari í góð 10 ár, og síðani sum formaður í Føroya Pedagogfelag í 9 ár. Seinasta árið hevur Jógvan starvast sum námsfrøðingur á dagstovninum Brúsa í Leirvík.